placeholder
Uttanlands

Atlantic Star byrjaði at landa leygardagin

Norski verksmiðjutrolarin hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

2018-12-10 13:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norski verksmiðjutrolarin Atlantic Star kom fríggjadagin til Tromsø, har teir skuldu landa.

Atlantic Star hevur verið til fiskiskap við Svaldbardsonina og í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður. Atlantic Star hevur fiskað í 29 dagar.

Teir hava 900 tons av avhøvdaðum og frystum toski við til lands, og tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til fiskiskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder