placeholder
Uttanlands

Norskt reiðarí selt fyri knappa milliard norskar krónur

Alt virksemið hjá Haugagut AS er selt. Talan er um eitt nýtt uppsjóvarskip og kvoturnar, sum hoyrdu til

2018-12-17 21:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska reiðaríið Haugagut AS er selt. Tað er norski vinnulívsmaðurin og reiðarin Sigurd Teige, sum hevur keypt norska reiðaríið, sum tók avgerð um at selja sítt virksemið í summar.

Júst neyvi keypsprísurin er ikki almannakunngjørdur, men keldur siga, at keypsprísurin liggur í um góðar 900 milliónur norskar krónur.

Talan er um uppsjóvarskipið Haugagut og kvoturnar, sum hoyrdu til skipið, sum Sigurd Teige hevur keypt.

Tað er norska heimasíðan Sildelaget, sum hevur tíðindini.

Eigaraskiftið verður framt í morgin, og tá skiftir skipið navn til Leikvin, men kemur framvegis at sigla útfrá Austevoll, og at manningin fær framvegis møguleikan at sigla við skipinum.

Sigurd Teig eigur framman undan Sjøbris, sum er bygt í 1985. Skipið er kortsíðan keypt av Sigurd Teige, og avloysti undanfarna Sjøbris, sum er gamli Gullfinnur, sum er bygt á Skála Skipasmiðju í 1969. Skipið kallast í dag Gambler, og er framvegis skrásett í Norra.

Haugagut er bygt á Karstensens Skibsværft í 2015, og lastar umleið 2000 tons.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder