Innanlands

Emerald fer enn ein royndartúr í dag

Nýggjasta skipið í flotanum fer aftur royndar túr í dag

Emerald á Havnini (Mynd: Gorm Niclassen)

Emerald á Havnini (Mynd: Gorm Niclassen)

2023-09-08 07:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Emerald, sum er nýggjasta skipið í flotanum, fer aftur ein royndar túr í dag, og eydnast hesin túrurin væl, fer skipið til fiskiskap eftir rækjum.

Tað var tann 13. juli, at nýggjasta skipið í føroyska flotanum kom á havnina fyri fyrstuferð, har skipið hevur heimstað.

Síðani tá hava fólk gingið umborð og gjørt skipið liðugt, og Emerald hevur verði tveir royndartúrar síðan.

Sum skilst, so eru tað serliga spølini, sum skulu roynast nú, og eydnast tað væl, verður riggað til at fara til fiskiskap.

Emerald hevur rækjukvotur, og eftir ætlan verður farið í hopen dýpið at fiska.

Emerald er knappar 88 metrar langur og yvir 18 metrar breiður, og er ein tann størsi og framkomnasti trolarin av sínum slag.

Skipið er bygt í Turkalandi, og tað er noska fyritøkan Skipsteksnisk, sum hevur sniðgivið skipið.

Sama fyritøka hevur eisini sniðgivið Enniberg, sum hoyrir til sama samtak sum Emerald. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder