2023-11-17 20:26
Uppsjóvarskipið Norðingur er í skrivandi løtu ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Norðingur hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Ein partur av veiðuni skal lossast í ein lastbil, sum skal til Kósina, 300 tons skulu landast til Havsbrún og restin skal landast til Pelagos.
Byrjað verður at landa í morgin tíðliga, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald