Týsdagin klokkan hálvgun tíggju verður sjóforhoyr í Føroya rætti eftir vanlukkuna hjá Kambi.
Tað visti útvarpið á middegi.
Ein partur av manningini verður kallað inn sum vitni. Til slíkt sjóforhoyr er ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir serkønir dómararar sum helst eru ein skipari og ein maskinmeistari.
Leitingin steðgar helst tá tað fer at skýma í kvøld. Tað sigur vakthavandi á MRCC-støðini við útvarpið. Brimil og Tjaldrið hava leitað í alla nátt, men hava einki funnið. Eitt challenger flogfar hjá donsku verjuni fleyg í gjár yvir økinum, men fann heldur einki.
Tíðliga týsmorgunin fekkk Kambur ein sjógv og sakk seinni. Hetta var 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabyrgi. 16 mans vóru við skipinum og 14 teirra vórðu bjargaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald