Fríggjadagin 1. mars klokkan 13 fer Jóhannus Kristmundsson at verja sína ph.d.-ritgerð. Hon hevur heitið “Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms.
Stóra uppgávan snýr seg um laksavinnuna. Í ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd, eru nýttir til at granska fiskaatburð.
Verjan verður á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, upplýsir setur.fo.
Ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya. Jóhannus Kristmundsson hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Vegleiðarar hjá skálamanninum eru Qin Xin, professari á Fróðskaparsetri Føroya
Øystein Patursson, stjóri í ráðgevarafyritøkuni RAO og John Potter, professari á Norwegian University of Science and Technology (NTNU).
Í metingarnevndini vera Knud Simonsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður í metingarnevndini) Martin Føre, lektari á Norwegian University of Science and Technology (NTNU) og Rubén González Crespo, professari á International University of La Rioja.
Akademiski profilurin hjá Jóhannus Kristmundsson sæst her. Verjan verður á enskum máli, og ritgerðin er tøk á Landsbókasavninum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Samandráttur:
Laksavinnan vil bøta um hættirnar, sum verða brúktir til eftirlit við tí, ið hendir niðri í aliringunum. Hetta er neyðugt fyri at skapa góða fiskavælferð í stríðnum fyri at nøkta vaksandi tørvin av aldum laksi til matna. Gott eftirlit við atburðinum hjá fiskinum kann geva innlit í, hvussu fiskurin hevur tað og kann virka sum ávaring, um eitthvørt ikki er, sum tað eigur.
- Í hesari ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd eru nýtt til at granska fiskaatburð. Ein nýggjur og sjálvvirkandi yvirvøkuháttur, ið brúkar fleirstrálað ekkolodd, er síðani mentur. Fyri at sjálvvirkandi síggja, hvar laksurin er í mátiúrslitunum, verður tilgjørt vit nýtt. Bygt á hendan yvirvøkuhátt varð ein kanning gjørd, har viðurskifti verða mátað, ið annars ikki áður hava borið til, so sum frástøða frá nót til fiskar og svimjitættleikin. Hesir yvirvøkuhættir skapa sera nógvar dátur, ið fyri at skapa nyttu skulu sendast til lands. Í síðsta partinum av ritgerðini verða samskiftisviðurskiftini fyri aliútgerð á sjónum greinað, fyri at hendan vitan kann koma til lands á álítandi hátt.
Grein I: Inniheldur eina kanning av núverandi yvirvøkuhættum
Grein II: Kannar, hvussu umhvørvið, m.a. alda og streymur, ávirkar atburðin á alilaksi og plássið í alinótini.
Grein III: Her verður ein framkomin yvirvøkuháttur, ið nýtir fleirstrálað ekkolodd og maskinlæring, mentur.
Grein IV: Her verða úrslit frá einum fleirstrálaðum ekkoloddi nýtt til at máta svimjiatburð á aldum laksi á sjónum.
Grein V: Her verða samskifitisviðurskiftini fyri yvirvøkuútgerð á alibrúki til havs kannað.
Saman skapa greinarnar í hesari ritgerðini eitt yvirlit og framstig av vitanini um yvirvaking av alilaksi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald