Uttanlands

Sleiparin hjá Høgabergi seinkaður til Skagen

Skrokkurin hjá nýggja uppsjóvarskipinum hjá Framherja skuldi koma til Skagen á middegi í dag, men sleiparin er seinkaður knappar 11 tímar

Skorkkurin hjá Høgabergis kuldi vera í Skagen á middegið, men sleiparin er seinkaður í knappar 11 tímar (Mynd: Framherji)

Skorkkurin hjá Høgabergis kuldi vera í Skagen á middegið, men sleiparin er seinkaður í knappar 11 tímar (Mynd: Framherji)

2024-03-30 18:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin hjá nýggja Høgabergi skuldi eftir ætlan koma til Skagen á middegi í dag, men sleiparin, sum sleipar skrokkin, er seinkaður knappar 11 tímar, og tí verður skrokkurin ikki í Skagen fyrr enn seint í kvøld.

Talan er um ein skrokk, sum er 88 metrar langur, og 17,5 metrar breiður.

Skrokkurin er gjørdur í Pólandi, og varð sjósettur fyrr í hesum mánaðinum.

[object Object]

Nýggi Høgaberg verður systurskip hjá nýggja Finn Fríða, tó fer nýggi Høgaberg at lasta eitt vet meira.

Nýggi Høgaberg er annar nýbygningurin í søgu felagsins hjá Framherja, og skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í summar, men er seinkað nakað og verður tí ikki leveraður fyrr enn í oktober november.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder