![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
88 metrar langi stásiligi skrokkurin hjá nýggja Høgabergi kom í dag til Skagen, har skipið næstu mánaðirnar skal gerast liðugt.
Skrokkurin er smíðaður hjá Karstensens skipasmiðjuni í Gdansk, og skal nú gerast liðugur á donsku skipasmiðjuni hjá Karstensens í Skagen.
Nýggi Høgaberg verður systurskip hjá nýggja Finnur Fríða, tó fer nýggi Høgaberg at lasta eitt vet meira.
Eftir ætlan skuldi skipið latast Framherja í summar, men arbeiðið er nakað seinkað, og væntað verður at Høgaberg verður latin í oktober novembermánað.
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald