Vónir eru um, at botnfiskastovnurin á føroyska landgrunninum kann vera við at koma fyri seg afturæ
Tað skrivar Havstovan í eini grein á heimasíðu síni.
Í niðurstøðuni staðfestir Havstovan at toskastovnurin er sera illa fyri í løtuni.
- Støddin á stovninum er á søguligum lágmarki (undir 13.000 tons í 2023), og tískil má fiskiskapurin tálmast.
Men greinin vísir eisini á, at tekin eru, sum geva vón um eina batnandi støðu hjá stovninum:
- Umhvørvið (gróður og yngul) vísa ein topp í 2023
- Yvirlitstrolingar á sumri 2023 vístu, at toskurin var væl í holdum
- Fiskimenn boða í vetur frá hampiligum fiskiskapi, og at toskurin er væl fyri (fullur í nebbasild)
- Yvirlitstrolingin á landgrunninum í mars vísti eitt vet meira av toski enn tey undafarnu fýra árini, og nógv er til av smáhýsu
- Fuglateljingar geva ábending um økt tal av floygdum pisum hjá sjófugli (lomviga, ritu, ternu og lunda) í 2023
- Vit kunnu bara vóna, at betri umstøður í náttúruni síðstu árini fara at síggjast aftur í betri tilgongd av toski og harvið batnandi støðu fyri toskastovnin. Um økta produktiónin í havinum í 2022 og 2023 hevur gjørt mun fyri tilgongdina, so fer hetta at síggjast aftur í gýtingarstovninum um eini trý ár, skrivar Havstovan, ið tekur soleiðis samanum:
- Samanumtikið eru nakrar fortreytir til staðar, sum eru neyðugar fyri at fáa toskastovnin aftur á føtur. Hesar fortreytir plaga at koma við 7-10 ára millumbili. Kortini er enn sera óvist um toskastovnurin fer at taka seg upp aftur í hesum umfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald