Innanlands

Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir um dagin  

Í 2010 tók Bakkafrost samtakið 21.626 tons av fiski. Til samanberingar ætlar samtakið í 2026 at taka 140.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans. 16 ár og ein øking á góð 120.000 tons. Hesi árini eru nógv fleiri arbeiðspláss skapt, heilar veitaravinnur eru uppbygdar, og Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir til heimin um dagin. 

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost.

2024-05-02 12:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Rúni M. Hansen nevndarformaður m.a. á aðalfundinum hjá Bakkafrost 30. apríl. Í formansfrágreiðigini segði hann annars: 

- Ofta geva vit okkum ikki stundir at hyggja eftir stóru myndini, líta aftur á og síggja samanhangir. Hetta er ein sannroynd í ferðmiklu verðini, vit liva í. Tað kann skapa misskiljingar og óneyðugar ósemjur. Tí er neyðugt at hava heildarmyndina við, tá vit umrøða virksemið hjá hvørjum øðrum. 

Tað var fyrst og fremst eitt neyðugt stig at taka, tá Bakkafrost bleiv skrásett á keypsskálanum tann 26. mars 2010. Hetta skapti gjøgnumskygni fyri allar partar og peningaligar møguleikar fyri at byggja upp eina fyritøku í heimsflokki. Og nú – 14 ár seinni – hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð fyri føroyska samfelagið og alivinnu, sum ikki altíð hevur heystað stór úrslit.   

Ofta verður tosað um tonsatøl í alivinnuni, og hóast hetta kanska ikki er so spennandi fyri øll, so geva tey eina góða ábending um, hvussu stórur vøksturin hevur verið – fyri felag, men sanniliga eisini samfelag.  

Í 2010 tók Bakkafrost samtakið 21.626 tons av fiski. Til samanberingar ætlar samtakið í 2026 at taka 140.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans.  

16 ár og ein øking á góð 120.000 tons.  

Tonsini eru ikki bara tøl, tí tey vísa eisini eina framgongd, sum kemur til sjóndar upp á aðrar mátar. Hesi árini eru nógv fleiri arbeiðspláss skapt, heilar veitaravinnur eru uppbygdar, og Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir til heimin um dagin.  

Lat meg undirstrika, at hetta er als ikki gerandiskostur í alivinnuni, hyggja vit aftur í tíð. Frá 1980 til 2010 hevði føroyska alivinnan tey vánaligastu úrslitini í vinnuni yvirhøvur.  

Hvussu er framgongdin so hend? Umframt tað at myndugleikar og vinna funnu felags fótafesti í 2004, við góðum kørmum og aliskipan, so er tað síðani í stóran mun ígjøgnum íløgur á landi og einum sterkum toymi av dugnaligum starvsfólkum á øllum økjum. 

Útbyggingin av smoltstøðum í Føroyum hevur spælt ein stóran leiklut í virðisskapanini hjá Bakkafrost. Tað hevur eisini havt við sær, at aling sum hugtak er vend á høvdið, tí dentur hevur verið lagdur á framleiða stór smolt á landi, so sjófasan – og harvið nýtslan av firðunum - verður styttri og minni. 

Í 2010 taldu firðirnir meginpartin av virkseminum, meðan virksemið á landi var avmarkað. Í dag er tað øvugt. Nú telja firðirnir ein triðing av framleiðsluni, meðan virksemið á landi er størsti parturin.  

Ein onnur munandi broyting var, at felagið byrjaði at gera 5 ára íløguætlanir, sum skuldu menna felagið á burðardyggan hátt. Hetta strategiska arbeiðið byrjaði í 2013 og hevur verið sera umráðandi fyri felagið. Við núverandi íløguætlan, sum bleiv gjørd í 2023, fer felagið at seta 6,3 milliardir av til íløgur komandi fimm árini.  

Hetta eru stór tøl og vísa, hvussu stórar íløgur skulu til fyri framhaldandi at menna eitt felag og eina vøru í heimsflokki. Tað er eingin ivi um, at alivinnan er ein sólskinssøga, hyggja vit aftur á seinastu árini. Hon er vorðin hatta eyka beinið at standa á, sum vit í Føroyum ynskja fyri at skapa fíggjarligt og sosialt støðufesti í einum viðbreknum búskapi.  

Hetta skal sjálvandi halda fram, men neyðugt er við fleiri íløgum, framvegis sera dugnaligum starvsfólkum, frálíkum veitarum og einum føroyskum samfelagi sum viðleikara segði Rúni M. Hansen, nevndarformaður á aðalfundinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder