![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Skrokkurin av Høgabergi kom til Skagen síðst í mars, og í hesum døgum og næstu mánaðirnar arbeiða fólk frá Karstensens skipasmiðjuni av øllum alvi, at fáa nýggja stoltleikan hjá fuglfirðingum lidnan.
Høgaberg skal latast í oktober/november.
Nýggi Finnur Fríði liggur eisini við bryggju í Skagen og skal eftir ætlan latast Varðanum seinni í hesum mánaðinum.
Høgaberg og Finnur Fríði eru 88 metrar lang og 17,5 metrar breið og lasta ávikavist 3.400 og 3000 tons.
Karstensens skipasmiðjan hevur tikið myndirnar niðanfyri.
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald