Uttanlands

Birita skal landa svartkjaft í Karmsund

Birita skal landa umleið 2.000 tons av svartkjafti í Noregi í kvøld

Birita (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Birita (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-05-15 06:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Birita skal landa umleið 2.000 tons av svartkjafti í Karmsund í Noregi.

Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Svartkjafturin verður sum oftast landaður til Havsbrún í Fuglafirði, men vegna verkfallið hava skipini ikki møguleika fyri at landa veiðuna í Føroyum, og fara tí uttanlands at landa.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder