Innanlands

Føroyski talvmeistarin vísti síni kynstur á Atlantic Fair

Millum mest forkunnugu gestirnar á messuni í Klaksvík í gjár varð eingin mætari enn sjálvur føroyameistarin í talvi, Luitjen Apol, sonur løgmans og harvið við røtrum til messubýin

Nýklækti ungi føroyameistarin í talvi, Luitjen Apol vísti fram kynstur síni á Atlantic Fair, har fyriskiparin av messuni Áki í Skemmuni hevði eitt vakið eygað við unga stórtalentinum. Mynd Jan Müller

Nýklækti ungi føroyameistarin í talvi, Luitjen Apol vísti fram kynstur síni á Atlantic Fair, har fyriskiparin av messuni Áki í Skemmuni hevði eitt vakið eygað við unga stórtalentinum. Mynd Jan Müller

2024-05-30 15:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Meistarin royndi síni kynstur móti fleiri av framsýnarunum og teimum vitjandi. Søgan sigur so einki um, hvussu hilnaðist, men neyvan er ilt at meta um, at hesin ungi talvalvin gjørdi bart. Klaksvíkin er annars kend fyri at eiga nógvar góðar telvarar gjøgnum árini við fleiri FM heitum í skjáttunum. 

Atlantic Fair messan, sum hevur sett sín dám á føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðin í tríggjar dagar, letur aftur í dag kl. 16. Ikki færri enn 180 framsýnarar úr 20 londum hava luttikið á hesi afturvendandi maritimu messuni, har høvi hevur verið at síggja nógv av tí nýggjasta innan eitt nú fiskivinnu og aling eins og aðrar vinnur.

Eisini hevur messan hesaferð fevnt um ikki færri enn 12 framløgur, sum hava verið sera væl vitjaðar. Evnini hava verið mong og fjølbroytt, alt frá trygd á havinum, skipabygging og -tekning, marknaðaratgongd, fiskiflota og útbúgvingum, havbotnsmineral, landgrunnsmark, vinnumøguleikar báðumegin markið til Bretland og sjálvandi eisini - og tað var endin á fyrilestrarrøðini seinnpartin - Klaksvíkin sum vinnuhøvuðsstaður og mentanarberi.


  [object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]

Myndir: Jan Müller


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder