Innanlands

Video: Emerald og Akraberg norðanfyri Nordkap

Hugtakandi upptøkur av stásiligu skipunum norðanfyri Nordkapp fríggjakvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-16 22:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki ofta vit síggja livandi myndir av skipum, sum eru til fiskiskap. Tórik Ábraham Rouah siglir við Akraberg, og hann fekk fríggjakvøldið møguleika at gera vakrar upptøkur av Akraberg og Emerald norðanfyri Nordkap í Norðurnoreg.

Høvið var, at Akraberg skuldi hava pakning frá Emerald.

Veðrið var av tí allarbesta og meðan dronan er á flog kom ein springaraflokur framvið eisini.

Upptøkurnar komu út í gjár, og eru longu farnar víða um. Tórik greiðir frá, at hann hevur fingið nógvar afturmeldingar.

Upptøkur og myndir síggjast á Instagram-profilinum hjá Tóriki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder