Uttanlands

Arctic Viking landar rækjur í Tromsø

Arctic Viking er komin til Tromsø við 450 tonsum av rækjum

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-06-25 09:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Viking er komin til Tromsø í Norðurnoregi við 450 tonsum av rækjum, sum teir byrjaðu at landa í gjár.

Arctic Viking hevur fiskað í Hopendýpinum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Túrurin byrjaði tann 6. mai, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.

Í síðstu viku landaði Emerald eisini rækjur í Tromsø. Emerald hevði umleið 1.000 tons av rækjum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder