Innanlands

Skoraberg og Fulgberg komnir inn við gulllaksi

Partrolararnir Skoraberg og Fuglberg eru komnir á Klaksvík við gulllaksi

Skoraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Skoraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-06-27 12:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Skoraberg og Fuglberg eru komnir á Klaksvík, har parið skal landa gulllaks.

Parið hevur verið til fiskiskap sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Partrolararnir landa 240 tons i Klaksvík, sum síðani verður koyrt til Tavuna í Leirvík, sum keypir meginpartin av gulllaksinum, sum føroysku skipini fiska.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder