Innanlands

Vesturbúgvin landar í Miðvági

Vesturbúgvin er komin á Miðvág við umleið 170 tonsum av gulllaksi

Vesturbúgvin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vesturbúgvin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-06-27 17:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Vesturbúgvin er komin á Miðvág, har skipið skal landa umleið 170 tons av gulllaksi.

Vesturbúgvin hevur verið á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Eins og við flestu gulllaksa lastunum, sum verða landaðar hesa tíðina, so verður øll veiðan koyrd til Leirvíkar, har Tavan skal virka fiskin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder