Innanlands

Ætla at vera sjómenn

Hóast 15 ára gamlir, dámar teimum væl umborð á Fagrabergi, har teir hava verið við á svartkjaftaveiðu

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-03-11 20:05 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Nú eru vit bara í starvsvenjing umborð á Fagrabergi, men seinni ætla vit báðir at gerast “ordiligir” sjómenn.

Tað siga fimtan ára gomlu Jónas Tungá úr Hósvík og Gudmund Dranga úr Streymnesi.

Teir hava verið við Fagrabergi á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar. Teir ganga annars í níggjunda flokki á felagsskúlanum á Oyrabakka.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Menninir her umborð eru fittir at vera saman við, hóast onkur tosar í meira lagi, siga teir flennandi.

- Vit hava lært nógv, hóast vit fyrst mugu læra, hvussu teir arbeiða her umborð, áðrenn vit ordiliga kunnu verða við í arbeiðinum, siga Jónas og Gudmund.

Fagraberg landar umleið 2700 tons av svartkjafti til Havsbrún í dag.