Enniberg siglir heim

Enniberg siglir heim við 930 tonsum av kongafiski

Enniberg á kongafiskaveiðu (Mynd: Jan Egil Johannesen)

Enniberg á kongafiskaveiðu (Mynd: Jan Egil Johannesen)

2024-09-23 20:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg siglir heim við fullari last.

Enniberg hevur verið á kongafiskaveiðu við Jan Mayen, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað var í morgun, at lastin varð full, og manningin fekk boðini frá skiparanum, at kósin var sett móti Føroyum.

Tað tekur umleið eini tveir dagar at sigla til Føroya, har veiðan skal landast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder