Innanlands

Fleiri skip landa til Pelagos

Hoyrvík, Vesturbúgvin og Gerda Marie eru øll komin á Fuglafjørð við makreli

2024-09-25 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip eru komin á Fuglafjørð at landa makrel seinastu dagarnar.

Hoyvík hevur landað 930 tons av makreli, sum skipið hevur partrolað saman við Ran.

Lítla uppsjóvarskipið Vesturbúgvin hevur landað 100 tons av makreli til Pelagos, og norska uppsjóvarskipið Gerda Marie kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa umleið 570 tons av makreli.

Skipini hava havt góðan makrelfiskiskap, verður upplýst fyri fiskur.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder