Nýggi Høgaberg, sum Framherji letur byggja í Skagen, fer í dag sín fyrsta royndartúr.
Nýggi Høgaberg, sum er 88 metrar langur, er annar nýbygningurin í søguni hjá Framherja, og skal eftir ætlan latast reiðarínum í november.
Tað var í januar í 2022 at tað gjørdist alment at Framherji hevði undirskrivða sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í skagen, um at felagið skuldi byggja eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip fyri Høgaberg.
Talan er um eitt skip, sum er so at kalla systurskip við nýggja Finn Fríða, men tó lastar umleið 400 tons meira.
Skipið skuldi eftir ætlan latast Framherja í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær, at skipið verður handað seinni í heyst.
Skrokkurin hjá nýggja høgaberg er bygdur hjá Karstensens í Pólandi, og kom til Skagen í mars mánaða í ár.
Tað er Jógvan Ingvard Olsen, sonur Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig, sum er umsjónarmaður fyri Framherja í Skagen, har nýggi Høgaberg verður bygdur í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald