Rækjutrolarin Emerald skal landa 475 tons av rækjum í Tromsø í dag.
Emerald hevur verið á rækjuveiðu í loynikrókinum, men fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.
- Vit hava roynt í sjey vikur, og tað hevur verið smáligur fiskiskapur, sigur Jákup Joensen, skipari.
Hann leggur aftrat, at vertíðin var nógv fyrr í ár enn hon plagar at vera.
- Vertíðin er ikki tann sama sum undanfarin ár, og vit hava ligið stillir um kvøldarnar til út á náttina, og tá er tað so myrkt at rækjurnar hvørva, sigur Jákup Joensen við fiskur.fo.
20 mans hava verið við Emerald hendan túrin, og skipið skal eisini skifta manning nú tað landar veiðuna í Tromsø.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir rækjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald