Innanlands

Christian í Grótinum skal landa í Fuglafirði

Christian í Grótinum er ávegis til Føroya, har skipið skal landa makrel

Christian í Grótinum ávegis til Føroya at landa (Mynd: Calum Gray)

Christian í Grótinum ávegis til Føroya at landa (Mynd: Calum Gray)

2024-10-05 08:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian í Grótinum er ávegis til Føroya, har skipið skal landa 700 tons av makreli til Pelagos.

Christian í Grótinum verður í Føroyum í morgin, og byrjar at landa klokkan átta.

Uppsjóvarskipið hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.

Talan er um góðan makrel, sum skipini fáa í bretskum sjógvi. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder