Innanlands

Høgaberg skal landa 1900 tons í Fuglafirði

Sleppur framat tá ið Christian í Grótinum hevur landað

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

2019-03-22 07:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir bíðaðu eftir landingartørni.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava 1900 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder