Innanlands

Larmandi tøgn um samstarvið við Russland

Hetta vísir Liljan Weihe, løgtingslimur fyri Tjóðveldi og limur í Uttanlandsnevndini, aftur á. Eingin viðgerð hevur verið, og ei heldur nakað kjak, nú avgerðin nærkast, skrivar hon

Liljan Weihe saknar, at málið veruliga verið tikið upp aftur - serliga politiskt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe saknar, at málið veruliga verið tikið upp aftur - serliga politiskt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-16 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støða skal skjótt aftur takast til okkara samstarv við russisku stjórnina - uttan politiska viðgerð, alment kjak ella vanliga upplýsing. Hetta hóast fleiri spurningar standa ósvaraðir.

Hetta vísir Liljan Weihe á í almennum skrivi í dag.

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi stendur undrandi, nú ein avgerð skjótt skal takast um, hvørt fiskivinnusamstarvið við Russland skal leingjast ella ikki.

Í fjør varð tað, aftur, longt, eftir at tað hevði verið undir luppinum. Og eftir at løgmaður annars hevði lovað, at tað fór ikki at henda. Aksel V. Johannesen segði tá, at meirluti fekst ikki tá at slíta við krígsførandi landi.

[object Object]
Aksel V. Johannsen hevur fleri ferðir gjørt greitt, hvør hansara, og Javnaðarfloksins, støða eru. Hetta er tó ikki ført út í verki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Støðan hjá Liljuni Weihe, sum kom inn á ting eftir valið í desember 2022, hevur altíð verið greið. Hon heldur, at man millum annað noyðist at stilla hesar tríggjar høvuðsspurningar:

Hvussu nógv tons av toski til ávís reiðarí er okkara samband við Russland vert? Hvussu skaðar russiska sambandið okkara sambond við onnur lond? Og ikki minst, er russiska sambandið við til at fíggja russisku krígsmaskinuna?

Tað er annars ikki heilt semja í Tjóðveldi, sum in.fo vísti á um vikuskiftið.

Liljan Weihe setti eisini nøkur orð á støðuna í innslagið í Degi&Viku. Liljan er ein av limunum í Uttanlandsnevndini og sigur, at hon saknar fundir um støðuna; eingin tosar um hetta í politisku skipuni, sigur Liljan Weihe. Russland er eisini vorðið meira vandamikið síðani 2022, heldur tingkvinnan.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði onga viðmerking til málið. Hann vísti víðari til løgmann. Sambært honum verður ráðførsla í Uttanlandsnevndini skjótt.

Sí innslagið her

Sí skrivið hjá Liljuni Weihe niðanfyri

----------------------------------------------------------------------------


LARMANDI TØGN UM RUSSLAND

Støða skal nú aftur takast til okkara samstarv við russisku stjórnina - uttan politiska viðgerð, alment kjak ella vanliga upplýsing.

Hetta hóast nógvir spurningar standa ósvaraðir:

Kvoturnar í Barentshavinum bara minka. Toskakvotan er minkað við 20% hvørt ár seinastu 3 árini, og hon minkar helst 31% afturat í 2025, so hon verður minni enn 7.000 tons.

Vit eiga av røttum at spyrja okkum sjálvi: hvussu nógv tons av toski til ávís reiðarí er okkara samband við Russland vert? Hvussu skaðar russiska sambandið okkara sambond við onnur lond? Og ikki minst, er russiska sambandið við til at fíggja russisku krígsmaskinuna?

Umleið 30 russisk fiskiskip eru í og kring Føroyar. Skip, sum eftir boðum frá Putin, kunnu brúkast til hernaðarlig endamál. Ynskja vit hesi skip í Føroyum? Og hvussu er eftirlitið við teimum?

Vit mugu eisini gera okkum greitt, um vit meta tað skilagott, at føroysk skip eru í russiska partinum av Barentshavinum?

Vit vita, at russiska hóttanin móti vesturheiminum bara er vaksin síðani russiska álopskríggi í Ukraina. Men tað tykist sum, at so hvørt hóttanin gerst størri, viknar almenna kjakið.

Og nú valdar larmandi tøgn um hetta álvarsmál í Føroyum - bæði í og uttanfyri politisku skipanina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder