Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera við at arbeiða fiskin, sum skipini landa til virkið fyri tíðina.
Christian í Grótinum hevur landað 1.100 tons av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi. Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin.
Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu eisini, og hevur 1.200 tons av sild til Varðan Pelagic, sum eisini er fiskaður í íslendskum sjógvi, og hevur eisini havt góðan fiskiskap hendan túrin.
Beinur er skal landa 1.200 tons av makreli til Varðan Pelagic, sum er fiskaður í bretskum sjógvi, og Gøtunes er ávegis á Tvøroyri við 1.200 tonsum av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald