2024-11-28 08:26
Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur sett kós móti Føroyum við knapt 700 tonsum.
Akraberg hevur verið á fiskiveiðu í russiskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið sera smáligur. Tó var Akraberg við Svaldbarð fyrstu vikuna.
Akraberg verður eftir ætlan heima fyrst í komandi viku, og tað verður sjaskveður meginpartin av heimferðini.
Thorfinn Johannesen hevur verið skipari, og manningin taldi 24 mans hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald