2024-12-04 13:01
Á middegi í dag var freistin úti at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag. Tá freistin var úti var greitt, at einans sitandi formaður, Jan Højgaard er í uppskoti. Hann heldur tí fram tey komandi trý árini, skrivar Fiskimannafelagið.
Jan Højgaard, er av Nesi í Eysturoynni, og er 59 ára gamal. Jan vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006 -2007 og hevur sitið í sessinum síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald