Fleiri uppsjóvarskip eru komin inn at landa til bæði Pelagos og Havsbrún í Fuglafirði.
Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq hevur landað umleið 600 tons av sild til Pelagos, sum skipið hevur fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi.
Umframt Tasiilaq so er Arctic Voyager eisini komin inn við sild, sum verður landað til Pelagos.
Arctic Voyager hevur 800 tons av sild, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Hjá Havsbrún liggur ikki stilt hóast flestu skipini eru á sildaveiðu.
Norðingur er komin inn við 1.900 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Norðingur byrjaði at landa til Havsbrún í morgun.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald