Fríggjadagin lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa fyri 2025.
Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini, skrivar Havstovan.
Fyri toskastovnin á landgrunninum síggjast ávís tekin til bata, men av tí, at stovnurin enn er undir vandamarkinum, verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum í fiskidagaskipanini við 10 prosentum. Hetta er í samsvar við dagførdu endurbyggingarætlanina í umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á landgrunninum, og er eitt neyðugt stig fyri at endurreisa toskastovnin á landgrunninum, verður sagt.
Harumframt verður mælt til at tillaga gýtingarfriðingarnar til at umfata allan reiðskap og at steingja økir fyri vinnuliga veiðu, har smáfiskur heldur til.
Óbroytt á Føroyabanka
Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2025 verður 150 fiskisdagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2024.
Samanumtikið eru fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum væl fyri, men vánaliga støðan hjá toskinum á landgrunninum hevur við sær, at mælt verður til at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar 10 prosent.
Tilmælið hjá Havstovuni sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald