Innanlands

Fleiri skip fiskað sildakvotuna

Borgarin og Katrin Jóhanna hava fiskað sildakvotuna, og landa til Pelagos í Fuglafirði

Pelagos í Fuglafirði tekur í móti nógvari sild í hesum døgum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pelagos í Fuglafirði tekur í móti nógvari sild í hesum døgum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-17 21:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Borgarin og Katrin Jóhanna landa síðstu sildina til Pelagos í Fuglafirði.

Borgarin hevur fiskað umleið 800 tons, og skal landa til Pelagos í kvøld. Borgarin hevur fiskað sild í altjóða sjógvi, og landar veiðuna til Pelagos í kvøld.

Katrin Jóhanna er komin inn við umleið 750 tonsum av sild, sum skal landast til Pelagos. Teir hava eisini verið á sildaveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi.

Katrin Jóhanna skal landa til Pelagos tá ið Borgarin hevur landað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder