Frá á nýggjárinum verður tað Sjóvinnustýrið, sum sendir út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki.
Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum, antin varandi ella galdandi í styttri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni, skrivar Sjóvinnustýrið.
Vitaverk og og sjóuppmerking vórðu yvirtikikin 1 juni í ár, og tá kom ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir á føroyskar hendur. Síðani tað hevur danska Søfartsstyrelsen vegna føroyskar myndugleikar sent út siglingarfráboðanir – ‘Efterretninger for søfarende’.
Men 1. januar fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki, og hesar fara sostatt ikki at vera partur av donsku ‘efterretninger for søfarende’ longur.
Sjóvinnustýrið skrivar, at tað tí er umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum her.
Siglingarfráboðanir skulu ikki blandast við siglingarávaringar, sum eru skundboð til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald