Innanlands

Kostaði Smyril Line upp móti fimm milliónum

Skaðin sum Akranes fekk norðan fyri Føroyar fyrst í desember, kostaði reiðarínum milliónir

2024-12-24 09:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvir treylarar fingu skaða, tá Akranes kom í ringan sjógv norðan fyri Føroyar 5. desember, og tað kostar Smyril Line millum fýra og fimm milliínir krónur.

Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, við útvarpið.

Treylararnir stóðu íbundnir, men rivu seg leysar og gjørdu stóran skaða.

Smyril Line eigur treylararnar, men tað sum var í bingjunum, áttu íslendskir fiskaframleiðarar, veit útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder