Nú vit hava jólaaftan eru flestu fiskiskipini komin inn at halda jólafrí, men nøkur eru tó enn til fiskiskap, og vera burtur á jólum.
Á Ánunum liggja Gadus, sum kom heim sunnukvøldið, Christian í Grótinum, danska uppsjóvarskipið Asbjørn og Norðborg.
Í Klaksvík liggja Borgarin, Norðingur, Jákup B, Klakkur umframt skipini hjá Kósini, og minni fiskiskipini í heimaflotanum.
Á Runavík liggja skipini hjá Faroe Origin, Finnur Fríði og Arctic Voyager.
Í Kollafirði liggja Jupiter, Gamli Jupiter, Vesturhavið, Vesturbúgvin og Eysturbúgvin.
Á Havnini liggja Kappin, Birita, Katrin Jóhanna, Glyvursnes, Brimil, Thor, Mars, Enniberg, Sanshavið, Eivind, Hoyvík og Rankin og seinni kemur Norrøna eisini á Havnina at liggja, og á Tvøroyri liggur danska uppsjóvarskipið Beinur frá Hirtshals.
Hóast flestu fiskiskipini liggja hesa tíðina, so eru tað nøkur, sum eru til fiskiskap.
Á sildaveiðu í altjóða sjógvi eru uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu, Fagraberg, Tummas T og Gøtunes meðan Akraberg og Arctic Viking eru til fiskiskap í Barentshavinum.
Sí eisini: Myndir: Gadus kom heim til jóla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald