Innanlands

Halda jól ávegis til Føroyar

- Vit hava tað gott umborð um jólini. Maturin er nógvur og góður, huglagið er gott og so seta jólapakkarnir frá sjómanskvinuringunum sín góða dám á jólini, sigur skiparin á Mykinesi

Súni Simonsen, skipari á Mykines (Mynd: Sjómansmissiónin)

Súni Simonsen, skipari á Mykines (Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-12-24 11:52 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava tað gott umborð um jólini. Maturin er nógvur og góður, huglagið er gott og so seta jólapakkarnir frá sjómanskvinuringunum sín góða dám á jólini.

Mykines er eitt av farmaskipunum hjá Smyril Line, sum siglir millum Holland, Føroyar og Ísland. Tá sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum, fekk hann eitt prát við skiparan, Súna Simonsen.

Uppá fyrispurning um hann hevði hildið fleiri jól á sjónum, svaraði hann:

- Jú. Eg havi hildið fleiri jól á sjónum, bæði tá eg sigldi við útlendskum skipum, og síðani eg kom til Smyril Line at sigla.

- Vit hava tað skipan, sum flestu reiðarí hava, hvørs skip sigla alt árið, at manningarnar skifta, so tær eru umborð onnurhvør jól. Eg var heima í fjør og tí verði eg umborð í ár, sigur hann.

- Vit sigla í fastari rutu millum Holland, Føroyar og Ísland. Vit verða tí, um alt gongur eftir ætlan, ávegis úr Hollandi til Føroyar jólaaftan og jóladag. Tí koma vit at halda jól í sjónum, sigur Súni.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Tá spurt var, um teir gera nógv burturúr jólunum umborð, svarar hann:

- Vit hava tað gott umborð um jólini. Maturin er nógvur og góður, huglagið er gott og so seta jólapakkarnir frá sjómanskvinuringunum sín góða dám á jólini, sigur hann.

- Nú er partur av manningini útlendingar. Hvat siga teir til jólapakkarnar?

- Teir, eins og føroyingarnir eru sera fegnir fyri pakkarnar. Teir eru ikki vanir við at fáa jólapakkar frá fólki, teir ikki kenna og ikki eru í familju við, og so umborð á skipið. Tí skapa pakkarnir gleði, hugna og trivna, sigur Súni Simonsen.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum eins og sjófólkinum annars eini gleðilig jól - í Jesu navni og favni!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder