Tey fýra uppsjóvarskipini Gøtunes, Tummas T, Tróndur í Gøtu og Fagraberg eru ávegis móti Føroyum, har skipini skulu landa.
Talan er um tey fýra uppsjóvarskipini, sum hava verið til fiskiskap á jólum.
Gøtunes hevur umleið 1.200 tons av sild, Tróndur í Gøtu hevur beint oman fyri 500 tons, Tummas T hevur umleið 500 tons og Fagraberg hevur ímillum 400 og 500 tons av sild.
Skipini hava øll verið á sildaveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi.
Væntandi fara Gøtunes, Tummas T og Tróndur í Gøtu á Tvøroyri at landa til Varðan Pelagic meðan Fagraberg fer á Fuglafjørð, har veiðan skal landast til Pelagos.
Tað hevur verið sjaskveður á leiðini, og tí avgjørdu skipini at koma heim at landa veiðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald