Føroya Skipara Og Navigatørfelag hevði í dag ársaðalfund á Hotel Hilton Garden Inn.
Einir 60 limir møttu upp til fundin. Á skránni var millum annað nevndarval.
Seks limir stóðu fyri vali og átta stillaðu upp. Ein valdi ikki at taka við afturvali.
Eftir ársaðalfundin skipaði nevndin seg við formanni og næstformanni.
Annfinnur Garðalíð bleiv afturvaldur sum formaður og hetta verður 11. árið hann er formaður.
Elias Zachariasen bleiv valdur sum annar formaður.
Nevndin sær soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð, formaður
Elias Zachariasen, 2. formaður
Alfred Jacobsen
Kristian Oskar Henriksen
Martin Mohr í Grund
Finnbogi Berg
Jørgen Nielsen
Jákup Gøthe
Jónfinn L Poulsen
Arnfinn Hansen
Jákup Pauli Lassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald