2025-01-14 06:49
Uppsjóvarskipið Borgarin kom um vikuskiftið á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Borgarin landaði 1.600 tons til Havsbrún, og fór síðani á Ánirnar at liggja.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald