Innanlands

Gøtunes skal landa markel á Tvøroyri

Gøtunes skal landa umleið 1.000 tons av makreli til Varðan Pelagic

Gøtunes á Runavík (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes á Runavík (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-01-15 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa 1.050 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Gøtunes hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið Gøtunes kom inn var einki pláss á Tvøroyri, og tí fór skipið á Runavík at bíða til klárt var á Tvøroyri.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder