Innanlands

Tróndur í Gøtu liðugur við makrelkvotuna

Tróndur í Gøtu hevur fiskað makrelkvotuna í bretskum sjógvi

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Allan Poulsen)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Allan Poulsen)

2025-01-17 15:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er komin inn við 600 tonsum av makreli.

Tróndur í Gøtu kom fyrst á Runavík, har bíðað var eftir landingartørni, og skipið skal landa makrelin til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Tróndir i Gøtu hevur nú fiskað kvotuna eftir makreli í bretskum sjógvi, og fer helst á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, tá ið liðugt er at landa. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder