Innanlands

Framherji yvirtikið Høgaberg

Framherji yvirtók í dag nýbygningin Høgaberg sum er bygdur í Skagen. Farið verður á svartkjaftaveiðu í annaðkvøld áðrenn Høgaberg kemur til Føroya á fyrsta sinni

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2025-01-20 14:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Framherji hevur í dag yvirtikið nýggia Høgaberg og skipið er skrásett í føroyska flotanum.

- Vit hava yvirtikið skipið í dag, og eftir ætlan fer skipið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi í annaðkvøld áðrenn Høgaberg kemur til Føroya fyri fyrstu ferð, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Tað verður Høgni Hansen, sum hevur verið skipari hjá Framherja seinastu mongu árini, sum verður skipari fyrsta túrin, men Jógvan Ingvard Olsen, sonur Anfinn er annar skipari, og verður eisini við fyrsta túrin, upplýsir Anfinn.

Høgaberg er bygdur á Karstensens Skibsværft í Skagen, og er 88 metrar langur og 17 metrar breiður. Hann lastar 3400 tons. Skipið er nakað seinkað, tí eftir ætlan skuldi Høgaberg koma á Fuglafjørð síðsta summar. Nýggi stoltleikin hjá fuglfirðingum kostar 340 milliónir krónur.

Nýggi Høgaberg er so at siga systurskip til Finn Fríða hjá Varðanum, tó at nýggi Høgaberg lastar umleið 400 tons meira. Ein annar munur er eisini at nýggi Høgaberg hevur tveir høvðusmotorar. Tveir Bergen 6L33:45 3600 kW motorar, sum tilsamans hava knapt 9.800 hk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder