Innanlands

Gamal kenningur møguliga aftur í føroyska flotan

Fyrrverandi føroyski trolarin Hvítanes er møguliga ávegis aftur í føroyska flotan

Inuksuk 1 er fyrrverandi Hvítanes, sum er bygdur í Føroyum í 1987 (Mynd: Shipspotting.com)

Inuksuk 1 er fyrrverandi Hvítanes, sum er bygdur í Føroyum í 1987 (Mynd: Shipspotting.com)

2025-01-21 06:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyski trolarin Hvítanes, sum er bygdur í Føroyum í 1987, er møguliga á veg aftur í føroyska flotan. Trolarin kallat í dag Inuksuk 1.

Heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum skrivar, at reiðaríið Thor í Hósvík hevur áhugað í skipinum.

Fiskimannafelagið skrivar, at fólk frá reiðaríinum, Thor í Hósvík, eru í hesum døgum í býnum Bay Roberts í Newfoundlandi, har teir skulu meta um standin á fyrrverandi Hvítanes.

Víðari skrivar heimasíðan, at skipið er í góðum standi, men at Thor ynskir at gera nærri kanningar av trolaranum áðrenn endalig støða verður tikin um keypið av skipinum, sum hevur havt heimstað í Kanada seinastu mongu árini.

Trolarin er júst avloystur av einum nýbygningi, sum eigararnir hava latið byggja í Turkalandi, og tí skal gamli trolarin seljast.

Heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum skrivar til endans, at tað eru tríggjar vikur síðani trolarin hevði seinasta túrin, tá ið hann fiskaði svartkalva, men at trolarin eisini hevur fiskað rækjur.

Inuksuk 1 er bygdur í Føroyum í 1987.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder