Innanlands

Ástaðisfundur við Varðan Pelagic á Tvøroyri í morgin

Hann byrjar klokkan 14 fríggjadagin 24. januar, og kunnu allir borgarar í kommunui møta og eisini koma við sínum sjónarmiðum. Yvirfriðingarnevndin, sum viðger málið um útbygging, skipar fyri

Útbyggingin hjá Varðanum á Tvøroyri hevur fingið nógva umrøðu og eisini mótstøðu. Skjótt skal avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini takast - hetta skal gerast á mest møguliga upplýstum grundarlagi. (Mynd: tvk.fo)

2025-01-23 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varðin Pelagic hevur fingið umhvørvisgóðkenning og byggiloyvið til nógv umrøddu útbyggingina á Tvøroyri.

Úbyggingin eru tó kærd til Yvirfriðingarnevndina, sum eigur næsta leikin.

Tað er eisini Yvirfriðingarnevndin, sum skipar fyri ástaðisfundinum á á havnalagnum á Tvøroyri í morgin, fríggjadag 24. januar klokkan 14.

Endamálið við fundinum er at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á mest møguliga upplýstum grundarlagi.

Allir borgarar í Tvøroyrar kommunu kunnu møta, seta fram spurningar og vísa á sjónarmið - bæði fyri og ímóti útbyggingini.

Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

Komandi fríggjadag 24. januar, kl. 14.00 skipar Yvirfriðingarnevndin fyri ástaðisfundi á havnalagnum á Tvøroyri har ætlaða byggingin av protein & lýsuversmiðju hjá P/F Varðin Pelagic eftir ætlan skal verða.

Endamálið við fundinum er at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á mest møguliga upplýstum grundarlagi.

Møguleiki verður at seta fram spurningar og vísa á sjónarmið, ið tala ímóti ætlanini, eins væl, sum tala fyri ætlaðu byggingini á havnalagnum hjá P/F Varðin Pelagic.

Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum borgarum at verða vælkomin at møta til ástaðisfundin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder