2025-01-26 18:01
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur landað 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Veiðan blev landað til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin skal framleiðast til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald