Innanlands

Trý skip farin á svartkjaftaveiðu við Írland

Trý uppsjóvarskip eru farin á svartkjaftaveiðu við Írland

Christian í Grótinum var fyrsta skipið, sum fór av svartkjaftaveiðu við Írland (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum var fyrsta skipið, sum fór av svartkjaftaveiðu við Írland (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-06 07:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um uppsjóvarskipini Christian í Grótinum, Finn Fríða og Gøtunes.

Chriistian í Grótinum var fyrsta skipið, sum loysti og setti kós móti svartkjaftafeltinum.

Christian í Grótinum hevur júst landað umleið 2.700 tons av svartkjafti til Havsbrún, og fór beint aftur til fiskiskap.

Síðani loysti Finnur Fríði, sum hevur ligið á Runavík seinastu dagarnar, og gjørt ymsar tillagingar umborð í sambandi við svartkjaftafiskiskapin.

Gøtunes hevur júst landað 1.300 tons av svartkjafti til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og setti síðani kós móti svartkjaftafeltinum við Írland eins og hini bæði.

Hóast trý skip eru farin á svartkjaftaveiðu við Írland, so eru nøkur til fiskiskap undir Føroyum.

Fagraberg, Borgarin, Hoyvík, Ran og Norðingur eru øll til fiskiskap eystan fyri Føroyar í løtuni.

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum er Høgaberg, sum framvegis liggur á Fuglafirði, har tað hevur ligið síðani tað kom til Føroya fyri fyrstu ferð síðsta fríggjadag, men sum skilst, so verður kósin sett móti Írlandi fyrsta dagin, har skipið skal fiska svartkjaft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder