Innanlands

Íslendingar kroka í Havn

Fleiri útlendsk skipa liggja í føroyskum havnum og kroka. Eitt teirra er pelagiski trolarin Víkingur frá Akranesi

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-02-06 19:47 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Nú stormur hevur leikað í í fleiri dagar, liggja fleiri útlendsk skip í føroyskum havnum og kroka.

Eitt teirra er íslendski pelagiski trolarin Víkingur frá Akranesi. Teir hava ligið á Havnini í fleiri dagar. Manningin hevur tað gott og hevur verið spákitúrar í býnum.

Teir ótolnast sjálvsagt at sleppa til fiskiskap, tí teir fóru av Vápnafjørðinum og komu beinleiðis á Havnina at kroka. Teir skulu fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Har hitti hann skiparan og tríggjar av manningini, sum telur níggju. Prátið gekk væl og bøn til Guds varð biðin fyri skipi og manning.

Teimum umborð á Vikingi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder