![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Størra partin av árinum fiska vit við línu, og so royna vit nakrar mánaðir við snurriváð eftir seiði, toski og hýsu, sigur skiparin.
Eitt av størstu og nýggjastu norsku frystilínuskipum lá á Havnini og krokaði í vikuni. Talan er um Atlantic, sum reiðaríið Atlantic Longline í Ålesund eigur.
Skipið er bygt á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi í 2020. Atlantic er eitt kombinerað línu- og snurriváðs skip og hevur dragibrunn.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan og ein av eigarunum, Jan-ove Langeland. Hann segði millum annað:
- Vit hava roynt við Føroyar síðani fyrst í januar. Fiskiskapurin er einki at reypa av, men tíbetur eru fiskaprísirnir góðir. Tað hevur verið nógv lús á fiskinum og harafturat hevur veðrið verið vánaligt. Samanlagt kundi tað gott verið betri. Bæði agnið og oljan eru dýr, og tí skal nógv til fyri at fáa góðan rakstur í skipið, sigur hann.
- Vanliga eru vit 16 mans við og dupult manning hoyrir til skipið. Vit fiskað rættiliga víða, tí vit royna fram við norsku strondini, í Barentshavinum og við Føroyar. So royna vit av og á við Grønland og á Flemmish Cap, sigur Jan-ove.
- Størra partin av árinum fiska vit við línu, og so royna vit nakrar mánaðir við snurriváð eftir seiði, toski og hýsu. Vanliga eru túrarnir umleið 5 vikur langir. Vit royna bara í tveir dagar afturat, tí vit skulu landa í Ålesund mánadagin, sigur Jan-ove.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Atlantic er eitt nýmótans og framkomið skip. Teir hava 12 mm. tjúkka línu og hava 72.000 húkar. Teir kunnu frysta 60 tons um samdøgrið og hava bæði útgerð til at heilfrysta og flakaskera fiskin. Teir hava “frystihotell”, sjálvvirkandi pakking og í lastini eru pláss til umleið 530 tons av frystum fiski á plattum. Høvuðsmotorurin er ein 1930 KW Yanmar.
Trúboðarin var vístur runt og áhugavert var at síggja skipið.
Hann bað eina bøn til Guds fyri skipi og manning áðrenn hann takkaði fyri blíðskapin.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum umborð á Atlantic og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
Sí fleiri myndir av Atlantic her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald