Innanlands

Sjóborg er ársins skip í FAS

Hetta er 11. ferð, at Sjóvinnustýrið velur ársins skip

(Mynd: Sjóvinnustýrið)

(Mynd: Sjóvinnustýrið)

2025-02-10 15:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2024, og vinnarin gjørdist Sjóborg hjá Skansi Offshore.

Kongsborg, eisini hjá Skansi Offshore, gjørdist nummar tvey, meðan Brúarfoss hjá Eimskip fekk triðja pláss.

Sjóborg hevur verið í topp trý seinastu trý árini, og tók í ár fremsta pláss. Hetta ber boð um eitt støðugt høgt góðskustøði hjá bæði manning og reiðaríi. Við bæði fyrsta og øðrum plássi í kappingini prógvar Skansi Offshore seg sum eitt væl rikið reiðarí, skrivar Sjóvinnustýrið í tíðindaskrivi.

Hvítilisti hjá Paris MoU hevur avgerandi týdning fyri bæði FAS og føroyska kappingarførið. Tí fegnast Sjóvinnustýrið um, at manningar og reiðarí leggja stóra orku í at reka skipini trygt og væl.

Átakið “Ársins skip” hjá Sjóvinnustýrinum hevur til endamáls at eggja til fullfíggjaðar mannagongdir og góða atferð umborð, samstundis sum vit vilja viðurkenna tey, ið gera eitt framúr gott arbeiði.

Vinnarin verður heiðraður við heiðursbrævi.

Ársins skip er tað skipið, sum kann vísa á besta rakstrarúrslitið í árinum, sum fór.  Rakstrarúrslitið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini.

Um fleiri skip hava somu avrik, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Hetta er 11. ferð, at Sjóvinnustýrið velur Ársins skip:

2024: Sjóborg
2023: Svitzer Hymer
2022: Svitzer Hymer
2021: Hav Nes
2019: Vinga Safir
2018: Fure Ferder
2017: Fure Nord
2016: Fure Nord
2015: Northern Ocean
2014: Norrøna
2013: Nordjarl 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder