Innanlands

Finnur Fríði siglir inn við fullari last

Finnur Fríði siglir inn við 2.900 tonsum av svartkjafti

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-11 06:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur sett kós móti Føroyum, har skipið skal landa svartkjaft.

Finnur Fríði hevur verið a svartkjaftaveiðu við Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Finnur Fríði er higartil eitt av fimm skipum, sum er farið á svartkjaftaveiðu við Írland.

Hini skipini eru Høgaberg, Gøtunes, Fagraberg og Christian í Grotinum.

Finnur Fríði er fyrsta skipið, sum hevur sett kós móti Føroyum síðani skipini byrjaðu fiskiskapin eftir svartkjafti við Írland.

Svartkjafturin verður landaður til Havsbrún í Fuglafirði, har veiðan verður framleidd til mjøl og lýsi og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder