Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð í dag

Akraberg er komin á Fuglafjørð, har verksmiðjutrolarin skal landa

Akraberg kemur á Fuglafjørð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Akraberg kemur á Fuglafjørð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-21 15:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð í dag, har skipið skal landa.

Akraberg hevur verið á toskaveiðu í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Við til lands hevur Akraberg 1.100 tons av heilfrystum toski, og 550 tons av súrløgu.

Akraberg fór til fiskiskap tann 17. desember og við skipinum hava verið 22 mans. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder